Framvegis eiga føroyingar bara tann eina sigurin yvir Íslandi, eftir at tað í 25. uppgerðini millum Ísland og Føroyar endaði við 1-0 sigri til íslendingar
Eftir málleysan fyrra hálvleik, har íslendingar vóru spælstýrandi, meðan føroyingarnir vardu væl, eydnaðist tað Íslandi at leggja seg á odda tá seinni hálvleikur nærum var hálvrunnin. Hetta skuldi eisini vísa seg at verða einasta málið á Laugardalsvøllinum hetta kvøldið.
Føroyingarnir stríddust væl, og serliga Gunnar Nielsen í føroyska málinum stóð ein branddyst. Fer eftir fer tók føroyski málverjin broddin av íslendsku framherjunum, og í onkrum føri var talan um bjargingar í heimsklassa.
Íslendingar vóru sum heild betri, men um hepni var við føroyska liðnum, so javnaðu Føroyar ímóti endanum av dystinum.
Føroyskt snarálop endaði við, at Jónas Tór Næs legði væl innfyri úr høgru, og við handaru stong kom Pól Jóhannus Justinussen at standa væl fyri. Men tá runavíkingur lat skotið fella, stóð ein íslendingur fyri, og so spurdist ikki meir burtur úr, og løtu seinni bríkslaði dómarin fyri seinastu fer.
Lars Olsen, landsliðsvenjari, var sjálvandi ikki nøgdur við úrslitið, og helt, at tá Ísland fær einsamalla málið í dystinum, vóru okkara leikarar troyttir, í mun til íslendingarnar, sum tá høvdu sett fimm nýggjar leikarar á vøllin.
Næsti dystur hjá føroyska A-landsliðnum verður fríggjadagin 6. september, tá Føroyar á útivølli møta Kasakhstan, og fýra dagar seinni kemur Týskland á vitjan í Føroyum.
Føroyski hópunrin til dystirnir móti Kasakhstan og Týsklandi verður úttikin 25. august.