Tað endaði 2-0 til Pólland á Tórsvølli hóskvøldið. Gestirnir komu væl frá byrjan, og longu aftaná fýra minuttir vóru póllendingar á odda

——————

Føroyska A-landsliðið við monnum stríddist manniliga ímóti Póllandi hóskvøldið, og kundi við eitt sindur av hepni fingið meira burtur úr. Men eydnan var ikki við okkum hendan dagin, og tá avtornaði vunnu gestirnir á Tórsvølli 2-0, eftir at hava verið á odda 1-0 í steðginum.

Tá fýra minuttir vóru spældir legði Sebastian Szymanski Pólland á odda. Szymanski kom at standa væl fyri beint uttanfyri brotsteigin, og við einum góðum skoti setti Fenerbahce spælarin bóltin í netið.

Føroyska liðið fall kortini ikki í fátt, og lítla løtu seinni var nær við at Brandur Olsen javnaði eftir horna úr høgru, sum Jóannes Bjartalíð sendi væl inn fyri. Men á sjálvari mállinjuni fingu póllendingar rudda bóltin burtur, og so spurdist ikki meira burtur úr.

Meðan føroyingarnir fingu eina keðiliga byrjan upp á fyrra hálvleiki, so gekk lítið frægari beint eftir hvíldina. Gingnir vóru fýra minuttir, so var reytt kort á lofti til Hørð Askham.

Aftaná útvísingina var hugsandi, at póllendingarnir fóru at seta seg meir á dystin, men soleiðis bleiv tó ikki, hóast tað eydnaðist Póllandi at skora til 2-0 tá seinni hálvleikur var hálvrunnin.

Frammanfyri 3.220 áskoðarum hildu okkara menn fram við at stríðast, og hóast úrslitið ikki varð júst tað, ið vit vónaðu og ynsktu, so var føroyska avrikið góðkent.

Samstundis sum Føroyar og Pólland dystaðust í regninum á Tórsvølli, var Kekkia á vitjan í Albania. Úrslitð gjørdist ein tryggur 3-0 sigur til albanar, sum nú eru á odda í bólkinum við 13 stigum. Nummar 2 er Pólland við 9 stigum, Kekkia og Moldova hava 8 stig, meðan Føroyar eru á fimta plássi við einum stigi.

Sunnudagin er EM-fótbóltur aftur á skránni. Á Doozan Arena í Plzen tekur Kekkia ímóti Føroyum, og Pólland fær vitjan av Moldova.

Myndir: Bjarni Enghamar