Í kvøld klokkan 19 tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Serbia. Men tað verður uttan Karl Løkin og Klæmint A. Olsen

Mynd: Jens Kristian Vang, Sosialurin


Fríggjadagin spældi føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst ímóti Makedonia. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1, eftir málleysan fyrra hálvleik.

Í kvøld skal U21-landsliðið aftur í eldin, hesu ferð ímóti Serbia, sum liggur fremst í bólkinum. Men tað verður uttan miðvallaran Karl Løkin, og framherjan úr NSÍ, Klæmint A. Olsen.

Teir fingu nevniliga báðir gult kort ímóti Makedonia, og tað hevur við sær, at báðir eru leikbannaðir til dystin móti oddaliðnum í bólki 4.

Sostatt skulu Bill M. Jacobsen og Heðin Askham gera nakrar broytingar til dystin í kvøld, í mun til dystin fríggjadagin.

Hvørjar hesar broytingar verða, verður almannakunngjørt á middegi, tá liðið verður sett.