Miðvallarin úr B36, Súni Olsen hevur givið avboð til dystin móti Íslandi í næstu viku, og í hansara stað er Karl Løkin úr NSÍ úttikin
Súni Olsen verður ikki við, tá Ísland og Føroyar bresta saman í venjingardysti á Laugardalsvøllinum í Reykjavík mikudagin í næstu viku.
Í staðin fyri Súna Olsen hevur landsliðsvenjarin, Lars Olsen, sent boð eftir Karl Løkin úr NSÍ.
Karl Løkin hevur spælt ein skrásettan landsdyst fyri Føroyar. Tað var í venjingardysti fyrr í ár ímóti Thailandi.