Steypafinalurnar 2025 / UNG

Fríggjadagin 12. og leygardagin 13. septembur á Tórsvølli.

Atgongd til Tórsvøll
Heitt verður á allar áskoðarar um at brúka inngongd C (á eystursíðuni / undir ítóttarhøllini á Nabb).

Atgongumerki
Vaksin 50 krónur / Børn og ung (0-16 ár) Ókeypis

Atgongumerki fáast við dyrnar (inngongd C).

Atgongumerki er galdandi fyri allar finalurnar hjá teimum ungu, og er eisini ein lutaseðil. Vinningurin er 2 atgongumerki til landsdystirnar hjá monnum í oktobur, og tvær landsliðstroyggjur. Vinnarin verður kunngjørdur mánadagin 15. septembur.

U21
Fríggjadagin 12. sept. kl. 19:00 (AB – B36)

U13 dreingir
Leygardagin 13. sept. kl. 10:00 (Víkingur – B36)

U13 gentur
Leygardagin 13. sept. kl. 11:30 (07 Vestur – B36)

U15 dreingir
Leygardagin 13. sept. kl. 13:00 (Víkingur – B36)

U16 gentur
Leygardagin 13. sept. kl. 16:00 (FCHoyvík – Skála)

U17 dreingir
Leygardagin 13. sept. kl. 19:00 (B36 – Víkingur)