Futsal 2022-2023

Frágreiðing

U9 Dreingir
Fýra bólkar, sum spæla tvey innleiðandi umfør. Síðani fara 2 tey bestu liðini í hvørjum bólki at kappast í einum hálvfinaluumfarið um at sleppa í finalubólk A og B, meðan hini liðini kappast um at sleppa í aðrar finalubólkar.

U11 Dreingir
Tveir bólkar, sum spæla trý innleiðandi umfør. Síðani fara 2 tey bestu í hvørjum bólki í finalubólk A, meðan hini liðini fara í aðrar finalubólkar.

U13 Dreingir
Tveir bólkar, sum spæla trý innleiðandi umfør. Síðani fara 2 tey bestu í hvørjum bólki í finalubólk A, meðan hini liðini fara í aðrar finalubólkar.

U9 Gentur
Ein bólkur, har øll liðini spæla móti hvørjum øðrum fýra ferðir. Samanløgdu vinnararnir verða funnir, tá fjórða umfar verður spælt.

U11 Gentur
Ein bólkur, har øll liðini spæla móti hvørjum øðrum tríggjar ferðir, deilt yvir fýra leikdagar. Samanløgdu vinnararnir verða funnir, tá fjórða umfar verður spælt.

U13 Gentur
Tveir bólkar, sum spæla trý innleiðandi umfør. Síðani fara 2 tey bestu í hvørjum bólki í finalubólk A, meðan hini liðini fara í finalubólk B.

Næsta umfar verður spælt 11. desembur, 3. umfar verður spælt í januar 2023, meðan seinastu kappingarnar verða spældar í fyrru helvt av februar 2023.

———

Reglur fyri Futsal 2022-2023

Samanumtikið verður leikt so nær vanligu fótbóltsreglunum sum gjørligt. Tað merkir, at har annað ikki er avtalað, eru vanligu fótbóltsreglurnar galdandi. Eitt nú er bólturin úti eftir somu reglum sum í fótbólt. Somuleiðis tá útskifting av leikarum fer fram – ein leikari má ikki fara inn á vøllin áðrenn hin er komin út.

Dentur skal leggjast á at sleppa undan harðligum spæli. Tá talan er um nærdystir v.m. er umráðandi at vísa fyrilit og ikki vera harðligur, eisini m.a. tí, at ofta er ikki langt út til benkur, vegir o.l. Sí nærri undir stk. 7.

1. Aldursbólkar í 2022-2023
a) U9: leikari føddur í 2014 og 2015, evt yngri.

b) U11: leikari føddur í 2012 og 2013, evt yngri.

c) U13: leikari føddur í 2010 og 2011, evt yngri.

2. Vøllur
a) Vanligur handbóltsvøllur við teimum uppmerkingum og málum, sum har eru.

b) 6-m er at fata sum 16-m í vanligum fótbólti.

c) Brotssparkspletturin er mitt fyri á 6-m sirklinum.

d) Horna-sirkulin er 25 cm.

3. Bóltur
a) FUTSAL bóltur skal nýtast til allar kappingar

b) U9 og U11 leika við bóltstødd 3, meðan U13 leika við bóltstødd 4

4. Leikarar
a) Eitt lið er mannað við einum málmanni og 4 útileikarum. Tað kunnu vera í mesta lagi 5 skiftisleikarar.

b) Tað er frí útskifting, og spælið nýtist ikki at vera steðga fyri at ein útskifting kann fara fram.

c) Ùtskiftingin fer fram á miðjum vølli á teirri síðuni har venjarar og eykaleikarar sita. GG! Skiftisleikari má ikki fara inn á vøllin áðrenn annar leikari er komin út.

5. Klæðir/útgerð
a) Allir leikara á liðnum skulu leika í sama liti av blusu, slag/lit av brókum og sama lit av hosum, tó skal troyggjan hjá málmanninum skal hava annan lit enn hjá viðleikarunum.

b) Beinskinnarar er eitt krav.

6. Dómarar v.m.
a) Tað er ein dómari til ein dyst. Hjálparfólk, eitt nú venjarar, kunnu vera linjudómarar.

b) Harumframt er ein tíðtakari, sum eisini tekur sær av at telja málini og skriva úrslitini niður.

7. Tíðin
a) Hvørt lið leikar fleiri dystir, tá kapping er. Leiktíðin til hvønn dystin er alt eftir, hvussu nógvar dystir liðið leikar ta kappingina. Tað kann verða frá 7 – 15 min. pr. dyst.

b) Fyrrnevnda liðið er heimalið og verjir málið, sum er undir klokkuni.

c) Nýggjur dystur byrjar beint eftir, at ein er av.

8. At geva bóltin upp (seta spælið í gongd/miðspark)

a) Mótstøðuleikari skal vera minst 3 metrar frá bóltinum, tá spælið verður sett í gongd.

b) Spælið verður set í gongd á miðjum vølli, har ein leikari sparkar bóltin til ein viðleikara.

9. Bóltur í og úti av leiki
a) Somu reglur sum í vanligum fótbólti.

b) Endar bóltur uppi undir loftinum er innspark til liðið, sum ikki leikti bóltin seinast. Innsparkið verður tikið frá nærmasta staðnum á síðulinjuni, har bólturin rakti loftið.

10. Offside
a) Reglurnar um off-side galda ikki í FUTSAL.

11. Fríspark, brotsark og ósømiligur atburður
a) Somu meginreglur sum í vanligum fótbólti viðv. beinleiðis og óbeinleiðis frísparki.

b) Mótstøðuleikari skal vera minst 5 m frá har frísparkið verður tikið

c) Tá beinleiðis fríspark verður framt í egnum brotsteigi skal dømast brotsspark.

d) Óbeinleiðis fríspark í brotsteiginum til áleypandi liðið skal takast frá nærmasta staðnum á 6 m linjuni.

e) Tað er ikki loyvt at gera glíðandi taklingar.

f) Tað er ikki loyvt at brúka ógvusliga megi í nærdystum.

g) Dómarin kann vísa leikara, sum leikar harliga og/ella vísir ósømiligan atburð, av vølli, og kemur hann ikki innaftur sama dyst (gult kort). Annar leikari kann koma á vøllin, tá 2 minuttir eru farnir, ella tá mál er skotið.

h) Leikari, sum varð útvístur ein dyst, kann leika næsta dyst. Sí tó litra 7 i.

i) Leikari kann vera burturvístur (reytt kort) og fær ikki loyvi at leika aftur sama leikumfar. Annar leikari kann koma á vøllin, tá 2 minuttir eru farnir, ella tá mál er skotið.

j) Brot á “4 sekund” regluna gevur óbeinleiðis fríspark.

k) Tá brotsspark verður tikið, skal málmaðurin vera á mállinjuni. Aðrir leikarar skulu vera uttanfyri 3-m sirkulin (9-m sirkulin).

12. Innspark
a) Innspark kemur í staðin fyri innkast í vanligum fótbólti.

b) Bólturin skal liggja á síðulinjuni ella í mesta lagið 25 cm uttanfyri vøllin, tá hann verður sparkaður.

c) Sparkarin skal hava ein fót á síðulinjuni ella uttanfyri í tí hann sparkar.

d) Mótstøðuleikararnir skulu vera minst 5 m frá, har sparkið verður tikið.

e) Brot á “4 sekund” regluna við innspark, gevur innkast til mótstøðuliðið.

13. Málkast
a) Málkast kemur í staðin fyri málspark. Kann kastast alla staðir frá í brotsteiginum

b) Brot á “4 sekund” regluna gevur óbeinleiðis fríspark. Sí pkt 10 d.

c) Bólturin skal kastast útum brotsteigin, um ikki, so verður málkast at takast av nýggjum. 4 sekund reglan verður ikki brotin orsakað av hesum.

14. Hornaspark
a) Samsvarar við horna í vanligum fótbólti.

b) Bólturin skal liggja í hornasirkulinum, sí punkt 2 d

c) Mótstøðuleikarar skulu vera minst 5 m frá, har sparkið verður tikið.

d) Brot á “4 sekund” regluna gevur óbeinleiðis fríspark.

15. Ymiskt
a) Frástøðan, tá fríspark, innspark, hornaspark og málkast verður tikið, er minst 5 metur.

b) Frástøðan er 3 metur, tá spælið verður sett í gongd (miðspark) ella tá brotsspark er.

c) “4-sekunds” reglan er galdandi tá miðspark, fríspark, innspark, hornaspark og málkast skal takast. Tað merkir, at leikari eigur at avgreiða hesi innan 4 sek eftir at hann hevur fingið fatur á bóltinum/umstøður at taka tey, eftir dómarans meting.

d) “4-sekunds” reglan er galdandi tá málmaðurin hevur bóltin í hondini. Brot gevur óbeinleiðis fríspark. Sí pkt 10 d.

e) Dómarin vísir, við at rætta armin upp, nær niðurteljingin av teimum 4 sekundunum byrjar.

f) Málmaðurin kann ikki taka bóltin við hondini tá hann verður lagdur aftur av viðleikara.

g) Fríspark í egnum brotsteigi skal skjótast útum brotsteigin, um ikki, so verður fríspark tikið av nýggjum.

h) Um beinleiðis fríspark verður skotið í egið mál, fær mótstøðuliði hornaspark.

———

Dagført: 8. november 2022