Nógvi kavin, sum seinastu dagarnar er komin niður í litaviska høvuðsstaðnum Vilnius, setir stór krøv til fyrireikararnar av HM-undankappingini fyri kvinnur
Føroyska kvinnulandsliðið spældi í gjár sín fyrsta HM-undankappingardyst nakrantíð, tá Montenegro og Føroyar møttust á LFF Leikvøllinum í Vilnius í Litava.

Dysturin endaði við javnleiki 3-3, eftir at Montenegro var á odda við einum máli í steðginum. Heidi Sevdal gjørdi tvey mál fyri Føroyar, men Íðunn Magnussen skoraði eitt.

Á seinasta FIFA-styrkislistanum fyri kvinnulandslið, er føroyska liðið væl frammanfyri mótstøðuliðið í gjár, men ein av orsøkunum til tað er, at hetta er fyrstu fer at Montenegro tekur lut í eini kapping fyri kvinnulandslið í altjóða fótbólti.

Hini bæði londini í bólkinum, Georgia og Litava spældu eisini í gjár, og har gjørdist úrslitið ein tepur 4-3 sigur til Georgia.

Rannvá tarnað av krími
Eftir javnleikin í gjár hava føroysku leikararnir frí í dag, og hóast smávegis skaðar, eftir strævna dystin ímóti Montenegro, so eru flestu leikararnir væl fyri.

Rannvá Andreasen hevur kortini verið tarnað nakað av krími, og tað er ivasamt um hon verður klár til dystin í morgin, leygardagin, tá vertstjóðin Litava tekur ímóti á LFF Leikvøllinum í Vilnius.

Dysturin millum Litava og Føroyar í morgin byrjar kl. 16:30, føroyska tíð, og kann síggjast á heimasíðuni hjá Litaviska Fótbóltssambandinum, www.futbolo.tv (http://www.futbolo.tv/rungtynes/861/lietuva-fererusalos).

Kavi og kalt í Vilnius
Nógvur kavi er komin niður í litaviska høvuðsstaðnum seinastu dagar, og tað hevur sett sín dám á kappingina, og somuleiðis sett stór krøv til fyrireikararnar av HM-undankappingini í Vilnius.

Higartil hava fyrireikararnar megnað at hildið vallirnar fríar fyri kava, men heldur tað áfram at kava sum tað hevur gjørt seinastu dagarnar, kann hetta gerðast ein trupulleiki.


Føroyska liðið, sum byrjaði á vøllinum ímóti Montenegro – Mynd: Heðin D. Poulsen