Christian R. Mouritsen úr HB hevur givið avboð til venjingarleguna hjá A-landsliðnum, og í staðin hevur Lars Olsen sent boð eftir Kaj Leo í Bartalstovu
Miðvallarin úr HB, Christian Restorff Mouritsen verður ikki við, tá landsliðið komandi miudag fer til Mijas í Spania á venjingarlegu, og í staðin hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, sent boð eftir Kaj Leo í Bartalstovu.
Kaj Leo, ið áður hevur verið partur av føroyska landsliðshópinum, og sum farna kappingarár umboðaði barndómsfelagið Víking, spælir nú í norskum fótbólti, har hann er sáttmálabundin við norska felagið Levanger.
Føroyski hópurin fer avstað mikudagin komandi til Mijas í Suður-Spania á venjingarlegu. Í sambandi við venjingarleguna er eisini ein vinardystur móti Gibraltar á skránni.