Lars Olsen hevur úttikið Kaj Leo í Bartalstovu til HM-undankappingardystin móti Týsklandi. Kaj Leo avloysir Boga Løkin, sum hevur givið avboð vegna skaða
Miðvallarin úr ÍF, Bogi Løkin meiddi sær knæðið so mikið álvarsliga í dystinum móti TB um vikuskiftið, at hann ikki verður tøkur til HM-undankappingardystin móti Týsklandi komandi fríggjakvøld.
Bogi Løkin hevur annars verið millum støðugastu leikararnar á føroyska landsliðnum seinastu árini. Síðani 2008 hevur miðvallarin úr ÍF spælt 18 A-landsdystir fyri Føroyar og skorað eitt mál.
Sum avloysara fyri Boga Løkin, hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari úttikið Kaj Leo í Bartalstovu úr Víkingi.
Kaj Leo í Bartalstovu hevur spælt seks U21-landsdystir fyri Føroyar, seinast í 1-1 javnleikinum móti Danmark. Men Hetta er fyrstu fer at Kaj Leo í Bartalstovu er úttikin til A-landsliðið.
HM-undankappingardysturin millum Týskland og Føroyar verður á AWD Arena í Hannover, fríggjakvøldið 7. september, kl. 19:45 føroyska tíð.