Jóannes Bjartalíð er skaddur, og verður tískil ikki við í venjingardystunum móti Kekkia og Kosovo. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Kaj Leo í Bartalsstovu

——————

Fyrr í vikuni kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til venjingardystirnar móti Kekkia og Kosovo, sum verða á útivølli seinni í mánaðinum.

Men nú er greitt, at venjarin verður noyddur til at síggja burtur frá Jóannesi Bjartalíð úr KÍ, ið hevur verið ein av størstu profilunum í heimligu kappingini, umframt at hann veruliga hevur bitið seg fastan á landsliðið.

Orsøkin er ein brotin stóratá, og boðini frá læknanum eru, at Jóannes Bjartalíð skal binda frið næstu fýra vikurnar. Hann er tískil ikki tøkur til landsliðsfótbólt hesaferð.

Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Kaj Leo í Bartalsstovu, ið spælir fyri ÍA Akranes í Íslandi, og sum higartil er skrásettur fyri 27 A-landsdystir og 1 mál fyri Føroyar.

Og tað var ein fegin gøtumaður í Íslandi, ið umsíðir aftur er boðsendur til føroyska A-landsliðið.

– Landsliðið hevur altíð verið nakað heilt serligt at spælt fyri. Steðgurin hesaferð gjørdist heldur drúgvur, men eg gleði meg til dystirnar, og vónandi fái eg eisini nakrar minuttir á vøllinum, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu við heimasíðuna hjá FSF.

Mikudagin 16. november spæla Kekkia og Føroyar í Ololouc, og tríggjar dagar seinni, leygardagin 19. november møtast Kosovo og Føroyar í Pristina.

Hópurin
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklubb (Noreg)
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Martin Agnarsson, Viborg FF (Danmark)
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Samuel Johansen Chukwudi, Union St. Gilloise (Belgia)
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍA Akranes (Ísland)
Jann Julin Benjaminsen, IL Hødd (Noreg)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)
Noah Hans Mneney, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB Tórshavn