Venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Jón Pauli Olsen, hevur sett liðið til dystin móti Pólandi á Svangaskarði í dag
Teir 11, sum byrja dystin fyri Føroyar, eru hesar: Í málinum er Randi Wardum. Miðverjan er mannað við Malenu Josephsen og Liljan av Fløtum Petersen, meðan Sigrun Kristiansen og Oddrún Danielsen eru á bakkunum. Á miðvøllinum eru Fríðrun Danielsen, Ásla Johannesen, Iðunn Magnussen, Olga Kristina Hansen og Rannvá Andreasen, meðan Heidi Sevdal liggur heilt har frammi.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.