Tað gjørdist Jóhan Dávur Højgaard úr B68, ið vann atkvøðugreiðsluna um ársins mál 2014 í EFFO-deildini
Seinastu tvær vikurnar hava brúkararnir av heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya kunna atkvøtt um ársins mál í EFFO-deildini. Talan hevur verið um málini, ið hvønn mánaða í hesum kappingarárinum hava vunnið heiðurin ”besta málið í mánaðinum”.

Atkvøðugreiðslan varð avgreidd soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni taldu 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá Serfrøðingunum á fsf.fo, Leivur Frederiksen, Tróndur Arge og Jákup Ósá taldu hina helvtina.

Yvir 800 brúktu møguleikan at greiða atkvøðu á heimasíðini, og tá endaliga samanteljingin bleiv gjørd, var sera tætt í oddinum. Tá avtornaði hevði Jóhan Dávur Højgaard fingið 27 prosent av samlaðu atkvøðunum, Niels Pauli Danielsen úr EB/Streymi fekk 24 prosent, meðan Róaldur Jakobsen úr B36 endaði á 3. plássi við 21 prosentum av atkvøðunum.

– Hetta er ein stórur heiður at fáa, og sum eg eisini eri glaður fyri. Men eg vildi heldur ynskt, at B68 bleiv verðandi í EFFO-deildini, og so kundi onkur annar skorað ársins mál, sigur Jóhan Dávur Højgaard.

Ársins mál bleiv skorað á Svangaskarði á Toftum hósdagin 1. oktober, tá B68 í fjórðseinasta umfari hevði vitjan av AB.

Umframt heiðurin fyri at hava gjørt besta máli í EFFO-deildini kappingarárið 2014, fekk Jóhan Dávur Højgaard eisini handað eina plátu og eitt gávubræv á 1.000 krónur frá EFFO.

Endaliga støðan:
1. Jóhan Dávur Højgaard, B68 – 27% (1. oktober, B68-AB 1-2)
2. Niels Pauli Danielsen, EB/Streymur – 24% (9. juni, HB-EB/Streymur 1-2)
3. Róaldur Jakobsen, B36 – 21% (22. mars, AB-B36 1-2)
4. Fróði Benjaminsen, HB – 14% (25. mai, KÍ-HB 1-2)
5. Jákup á Borg, B36 – 7% (21. apríl, ÍF-B36 2-5)
6. Clayton Soares, ÍF – 7% (4. august, ÍF-Víkingur 2-2)

Jóhan Dávur Højgaard saman við arbeiðsfeløgunum – Mynd: Hans Erik Danielsen