Føroyska landsliðið hevur havt seinastu venjingina undan dystinum ímóti Norra. Í kuldanum á Ullevaal Stadion í Oslo fekk FSF varpið orðið á Jóannes Jakobsen, sum væntar eina trupla uppgávu fríggjadagin

Enn ein stór uppgáva bíðar føroyskum landsliðsfótbólti, og hesaferð er tað A-landsliðið við monnnum, ið skal dystast móti Norra á Ullevaal Stadion í Oslo. Talan er um næstseinasta dystin í undankappingini til EM 2020.

 

Føroyski hópurin hevur seinastu dagarnar fyrireikað seg í Keypmannahavn, og hósmorgunin var kósin sett móti norska høvuðsstaðnum. Seinnapartin varð vant á tjóðarleikvøllinum hjá norðmonnum, og undir venjingini fekk FSF Varpið orðið á hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen.

 

Landsdysturin millum Norra og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 17:00, føroyska tíð.