Mánadagin var lisitatión í samband við nýggja FSF-húsið, ið skal byggjast við Tórsvøll. J&K Petersen hevði lægsta boð og bjóðar seg til at gera bygningin fyri 30,5 mió. krónur
Innkomu trý tilboð at gera arbeiðið í høvuðsarbeiðstøku, meðan tilsamans tíggju tilboð komu at gera arbeiðir í fakarbeiðstøku. Og tá avtornaði hevði J&K Petersen lægsta boð at gera arbeiðið í høvuðsarbeiðstøku. Boðið hjá J&K Petersen var 30,5 mió. krónur, sum er nakað lægri enn kostnaðarmetingin, sum ljóðaði uppá 33,1 mió. krónur. Næstlægsta boð átti Búsetur, sum bjóðar seg fram at gera bygningin fyri 34,2 mió. krónur, meðan Articon hevði hægsta boð. Articon kann gera bygningin við Tórsvøll fyri 35,3 mió. krónur.

Tilboðini verða nú kannað, við sáttmálasamráðing fyri eyga, og eftir ætlan skal nýggja FSF-húsið verða klárt at taka í brúk um eitt ár.

Bygningurin, sum er 3. byggistig at dagføra Tórsvøll, og fyrsta byggistig at fáa øll áskoðaraplássini við vøllin undir tak, verður í trimum hæddum. Umframt at hýsa virkseminum hjá Fótbóltssambandi Føroya á ovastu hædd, verða 900 áskoðarapláss í bygninginum, sum verða undir taki, og í niðastu hæddini er ætlanin at hava kafé ella okkurt líknandi. Miðhæddin verður í fyrstu atløgu ikki innrættað.

Tað eru Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar Kommuna, sum í felag standa fyri at útbyggja Tórsvøll.


Tað var í januar í ár, at Christian F. Andreasen, FSF-forseti, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, settu spakin í fyri nýggjum fyrisitingarbygningi við suðurendan á Tórsvølli