Týsdagin skipaði Jens Martin Knudsen fyri bókaframløgu í Wien í Eysturríki, har bókin “Der mann mit der Pudelmütze” varð løgd fram

"Maðurin við topphúgvuni", ella "Der mann mit der Pudelmütze", sum bókin eitur á týskum, er nú eisini at fáa til keyps í Eysturríki. 

Og at høvuðspersónurin í bókini er ein kendur maður í Eysturríki, var sjón fyri søgn, tá bókin varð løgd alment fram í eysturríkska høvuðsstaðnum týsdagin.

Eysturríksu fjølmiðlarnir vóru væl mannaðir á tíðindafundinum, ið Jens Martin Knudsen skipaði fyri, sum var í einum stórum bókasavni í Wien.

Lisið varð upp úr bókini, og fjølmiðlarnir fingu eisini møguleikan at seta spurningar, sum í høvuðsheitum vóru um Føroyar og føroyskan fótbólt.

At bókin verður løgd fram nú, er ein samanrenning av landsdystinum millum Eysturríki og Føroyar, sum verður komandi fríggjadag, og at ein eysturríks sjónvarpsrás í løtuni ger eina sending um Føroyar og viðurskiftini rundan um føroyskan fótbólt.