Í fyrsta dystinum í HM-undankappingini í Litava eydnaðist tað føroysku kvinnunum at spæla javnleik 3-3 ímóti Montenegro
Fyrsti HM-undankappingardystur nakrantíð hjá føroyska kvinnulandsliðnum endaði við javnleiki 3-3, tá Føroyar og Montenegro møttust á LFF Leikvøllinum í Vilnius í Litava fyrr í dag.

Í hálvleikinum var Montenegro frammanfyri við einum, men fýra minuttir eftir hvíldina javnðai Heidi Sevdal til 1-1, og bara tveir minuttir seinni legði Íðunn Magnussen føroysku kvinnurnar á odda.

Men Montenegro svaraði skjótt aftur, og tá ein stórur tími var spældur var Montenegro aftur á odda við einum máli.

Føroysku kvinnurnar hildu kortini fram við at stríðast, og tá eitt gott korter var eftir at spæla javnaði Heidi Sevdal til 3-3, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Føroyar: 16. Randi Wardum, 5. Bára S. Klakstein, 12. Liljan av Fløtum Petersen, 3. Fríðrún Danielsen, 7. Rakul Maria Johannesen, 8. Malena Josephsen (liðs.), 10. Heidi Sevdal, 11. Anna Sofía (Ansy) Sevdal, 13. Íðunn Magnnussen (2. Maria K. Thomsen, 74. min.), 9. Rannvá B. Andreasen (6. Eyðvør Klakstein, 84. min.) og 17. Olga Kristina Hansen.

Óbrúktir leikarar: 1. Nina Davidsen, 15. Doris í Garði Olafsdóttir, 14. Oddrún Danielsen, 18. Laila Pætursdóttir og 4. Lív Arge.

Næsti dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður leygardagin ímóti vertstjóðini Litava.