Tað gjørdist 17 ára gamli Jákup B. Andreasen úr KÍ, ið vann atkvøðugreiðlsuna um ársins mál 2015 í EFFO-deildini
– At mítt fyrsta mál í KÍ-búnanaum, frammanfyri nógvum áskoðarum í Klaksvík, eisini skuldi gerast ársins mál, ger tað sjálvandi til nakað heilt serligt. Hetta eri eg eisini ótrúliga glaður fyri, sigur 17 ára gamli KÍ’arin, Jákup Biskopstø Andreasen, ið hevur skorað ársins mál 2015 í føroyskum fótbólti.

Seinastu vikuna hava vitjandi á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya kunna atkvøtt um, hvat skal verða ársins mál 2015 í EFFO-deildini.

Atkvøðugreiðslan varð skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni taldu 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá ítróttarjournalistunum og Serfrøðingunum á heimasíðuni hjá FSF, Leivur Frederiksen, Tróndur Arge og Jákup Ósá taldu hina helvtina.

Yvir 3.000 nýttu møguleikan at atkvøða á heimasíðuni, og tá samanteljingin var avgreidd, hevði Jákup B. Andreasen vunnið. Klæmint A. Olsen bleiv nummar 2, meðan Palli Augustinussen gjørdist nummar 3.

– Málið var møguliga orsøkin til, at eg veruliga kom í gongd við kappingarárið, sigur Jákup B. Andreasen, og leggur afturat, at vónandi kann KÍ blanda seg í oddin í EFFO-deildini í 2016.

– Vit hava mist nakrar spælarar, men vit hava eisini fingið góðan styrk. Eg vóni, at vit komandi ár verða ímillum liðini, ið fara at kappast um europeisku plássini, og vónandi vinna vit eisini okkurt heiðursmerki, sigur Jákup B. Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.

Ársins mál 2015 – Endaliga støðan gjørdist hendan:

1. Jákup B. Andreasen, KÍ – 25,2%
2. Klæmint, A. Olsen, NSÍ – 20,7%
3. Palli Augustinussen, FC Suðuroy – 17,2%
4. Leif Niclasen, EB/Streymur – 10,3%
5. Teitur Jóannesarson, AB – 7,8%
6. Magnus, Egilsson, AB – 7,2%
7. Hákun Edmundsson, NSÍ – 4,4% 
8. Árni Frederiksberg, NSÍ – 3,6%
9. Jónhard Frederiksberg, NSÍ – 3,4%

Málini, ið vóru tilnevnd, kunnu síggjast her: Ársins mál 2015

EFFO-deildin 2016 verður sparkað í gongd sunnudagin 6. mars.


Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, og Jákup B. Andreasen, ið skoraði ársins mál 2015 í EFFO-deildini


Jákup B. Andreasen saman við foreldrunum, systurini og beiggjunum


Prógvið, at Jákup hevur skorað ársins mál 2015 í EFFO-deildini – Myndir: Hans Erik Danielsen