Serfrøðingurin hjá Norðlýsinum, Jákup Ósá, vann kappingina millum fótbóltsserfrøðingarnar á heimasíðuni hjá FSF
Leygardagin vórðu seinastu bóltarnir sparkaðir í ársins landskapping í føroyskum fótbólti, og samstundis varð endaliga greitt, hvørji lið kunnu fegnast yvir eitt væleydnað kappingarár.

Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur eisini verið skipað fyri kapping millum fýra fótbóltsserfrøðingar, ið allir, á hvør sín hátt, hava verið nógv frammi í føroysku miðlunum, meðan landskappingin 2013 hevur verið á skránni.

Teir fýra, Jákup Ósá, Terji Nielsen, Leivur Frederiksen og Tróndur Arge hava fjórða hvørt umfar tippa dystinar í Effodeildini, og seinastu trý umførini tippaðu allir serfrøðingarnir allar dystirnar.

Endaliga støðan gjørdist, at fótbóltsserfrøðingurin hjá Norðlýsinum, klaksvíkingurin Jákup Ósá vann kappingini við 26 stigum, eitt stig framman fyri Leiv Frederiksen hjá Kringvarpinum, sum vann kappingina í fjør. Terji Nielsen gjørdist nummar trý við 22 stigum, meðan Tróndur Arge, umboðandi Miðlahúsið/Rás2 endaði á 4. plássi við 21 stigum.