FSF og Jákup Mikkelsen hava í dag gjørt avtalu, ið inniber, at Jákup verða málmansvenjari hjá A-landsliðnum við monnum næstu tvey árini
Seinastu tvey árini hevur danin, Mogens Krogh tikið sær av venjingunum hjá føroysku landsliðsmálverjunum. Men eftir at Mogens Krogh gavst í starvinum eftir dystin ímóti Eysturríki, er nú greitt, at tað verður Jákup Mikkelsen, ið avloysir Krogh sum málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðnum við monnum.

Í summar varð Mogens Krogh settur í starv sum høvuðsvenjari hjá Nordvest FC, sum spælir í triðbestu deildini í Danmark, og tí lá ikki fyri hjá Krogh, at halda fram í starvinum sum málmansvenjari hjá føroyska A-landsliðnum.

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Jákup Mikkelsen skal røkja starvið sum málmansvenjari hjá A-landsliðnum. Eitt stutt tíðarskeið, tá Brian Kerr var landsliðsvenjari, virkaði Jákup sum málmansvenjari hjá landsliðsmálverjunum. Har afturat hevur Jákup Mikkelsen spælt 73 A-landsdystir fyri Føroyar.

Avtalan millum Fótbóltssamband Føroya og Jákup Mikkelsen er fyribils galdandi til endan av komandi EM-undankapping.