U21-landsliðsvenjararnir hava sent boð eftir B36-málverjanum, Jákup Højgaard, til dystirnar ímóti Rumenia og Montenegro

Sunnudagin í seinastu viku úttóku Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, U21-landsliðsvenjarar, føroyska hópin, sum næstu dagarnar skal spæla tveir EM-undankappingardystir ímóti ávikavist Rumenia og Montenegro.

Fyrri dysturin verður spældur fríggjadagin 7. juni, kl. 17:45 á Svangaskarði á Toftum, har rumenar koma á vitjan, meðan seinni dysturin verður spældur á útivølli ímóti Montenegro, týsdagin 11. juni.

Í fyrstu atløgu varð bara ein málverji, Kristian Joensen, úttikin til føroyska hópin, men nú er greitt, at B36-málverjin, Jákup Højgaard eisini verður partur av U21-landsliðnum til dystirnar móti Rumenia og Montenegro.

Føroyski hópurin sær soleiðis út:
Kristian Joensen, NSÍ
Jákup Højgaard, B36
Beinir Ellefsen, AB
Hørður Askham, B36
Rógvi Egilstoft Nielsen, EB/Streymur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DEN)
Oddmar Marstein, KÍ
Gunnar Christiansen, KÍ
Bárður Hansen, Víkingur
Eli F. Nielsen, 07 Vestur
Rene S. Joensen, Brøndby IF (DEN)
Bogi Reinert Petersen, ÍF
Ivan Joensen, KÍ
Rógvi Joensen, TB
Heðin Hansen, Víkingur
Gilli Sørensen, B36
Gunnar Zachariassen, EB/Streymur
Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF
Árni Frederiksberg, NSÍ
Poul Ingason, TB

Venjarar:
Bill M. Jacobsen og Heðin Askham