Jákup á Borg verður í landsliðshópinum, sum leygardagin fer á venjingarlegu á La Manga í Spania
Leygardagin fer føroyska A-landsliðið hjá monnum á venjingarlegu á La Manga í Spania. Umframt venjingar, eru eisini tveir dystir á skránni. Týsdagin verður spælt ímóti Real Murcia úr næstbestu deildini, og hósdagin í næstu viku skal føroyska landsliði royna seg ímóti La Union, sum spælir í triðbestu deildini í Spania.

Millum teirra ið vera í landsliðshópinum hjá Lars Olsen á venjingarleguni, er ein gamal kenningur á føroyska A-landsliðnum.

Eftir at hava spælt 61 altjóða dystir fyri Føroyar, segði Jákup á Borg landsliðnum farvæl í august í 2010, tá Føroyar spældu undandyst í Estlandi. Men nú hevur miðvallarin úr B36 hug at spæla fyri landsliðið aftur.
– Eg spældi alla kappingina í fjør, uttan at verða darvaður av skaðum. Í ár eru bara tríggir landsdystir á skránni, so vónandi kann eg vera við til tær uppgávurnar, sigur Jákup á Borg í stuttari viðmerking til heimasíðuna hjá FSF.
– Hugurin til landsliðið er veruliga komin aftur, so eg gleði meg nógv til venjingarleguna á La Manga í komandi viku, sigur Jákup á Borg.

Upprunaliga úttóku Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, ein hóp á 22 mans. Men vegna skaðar og annað, eru nakrar broytingar hendar í hópinum síðani úttøkuna. Millum annað hava Jóan Símun Edmundsson, Atli Gregersen og Jann Ingi Petersen givið avboð.
Klæmint A. Olsen, úr NSÍ, er úttikin fyri Jóan Símun Edmundsson, meðan Jákup á Borg er úttikin fyri Jann Inga Petersen.
Eingin er úttikin fyri Atla Gregersen. Venjararnir meta, at landsliðið í løtuni er so mikið væl mannað við verjuleikarum, at ikki er neyðugt at senda boð eftir einum nýggju manni fyri Atla Gregersen.
Tí verður tað ein hópur á 21 leikarar, sum leygardagin fer á venjingalegu á La Manga í Spania.