EM 2025 // Mánadagin vórðu fyrstu dystirnir í bólki B á skránni. Spania og Frankaríki spældu javnleik 1-1, meðan Italia vann 4-3 á Póllandi


EM endaspælið fyri U17 landslið við gentum er komið væl í gongd. Sunnudagin vóru fyrstu dystirnir í bólki A á skránni, og mánadagin fóru londini í bólki B á vøllin.

Á Djúpumýru í Klaksvík endaði tað við javnleiki 1-1 millum Spania og Frankaríki, og á Tórsvølli vann Italia ein málríkan dyst móti Póllandi. Úrslitið gjørdist 4-3 til Italia, sum var á odda 3-0 í hálvleikinum.

Í morgin, týsdagin er hvíludagur, og síðani verður spælt aftur mikudagin 7. mai. Klokkan 15:00 møtast Føroyar og Eysturríki á Djúpumýru, og klokkand 18:00 spæla Holland og Noreg á Tórsvølli.

Myndir: Jóhanna Thomsen og Hans Erik Danielsen

———

Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Føroyar – Eysturríki (á Djúpumýru)
Kl. 18:00 Holland – Noreg (Tórsvøllur)

Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (á Djúpumýru)

Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (á Djúpumýru)

Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (á Djúpumýru)

Hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 14. mai, og finalan verður leygardagin 17. mai.