Eftir málleysan fyrra hálvleik, settu írar seg á dystin eftir steðgin, og tá avtornaði vann Írland 4-1 ímóti Føroyum
Tað vóru nakrir sera vónbrotnir føroyskir leikarar sum fóru av vøllinum, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu fer. Dysturin móti Írland endaði við tryggum 4-1 sigri til írar, men tá liðini fóru til hálvleik var framvegis málleyst.
Áðrenn steðgin var talan um ein javnan dyst, við málmøguleikum til báðar partar. Størsta føroyska møguleikan fekk Jóan Símun Edmundsson, tá hann ta eina ferðina kom at standa væl fyri. Men skotið frá toftamanninum varð blokerað í evstru løtu, og bólturin fór út til horna.
Tá írar so fingu leiðslumálið beint eftir steðgin, var tað sum um at luftin fór úr føroysku leikarunum, og lítla løtu seinni gjørdist støðan 2-0 til Írland.
Men sum fráleið kom føroyska liðið inn aftur í dystin, og tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla tendraðist ein lítil vón. Jónas Tór Næs sendi bóltin væk innfyri úr høgru, og inni í brotsteiginum var Arnbjørn Hansen hægstur, og við høvdinum stýrdi kollfirðingurin boltin í málið.
Føroyska vónin varð kortini slókt fáar minuttir seinni. Í roynd og veru varð dysturin avgjørdur fimm minuttir eftir føroyska málið, tá Pól Jóhannus Justinussen var óheppin at beina bóltin í egið mál, og tá tveir minuttir vóru eftir at spæl skoraði Darren O’Dea til endaliga úrslitið 4-1 til Írland.
Sama um tikið ein tryggur sigur til Írland, men tá tað er sagt, so var sigurin heldur størri, enn írar høvdu uppiborið.
Næsti dysturin hjá føroyska A-landsliðnum verður 22. mars komandi ár, á útivølli móti Eysturríki.
Í innslagnum niðanfyri ber til at síggja málið, sum Arnbjørn Hansen skoraði móti Írlandi.