Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen meta um innleiðandi umfarið í kappingini um Løgmanssteypið, sum verður spælt mánadagin 9. apríl
2. Páskadag, sum er mánadagin 9. apríl, verða fleiri dystir í kappingini um Løgmanssteypið spældir. Talan er um innleiðandi umfari í steypakappingini, áðrenn fjórðingsfinalurnar skulu spælast.

Og longu í innleiðandi umfarinum eru fleiri spennandi uppgerðir á skránni. Millum annað møtast finalistarnir seinastu tvey árini, ÍF og EB/Streymur í Fløtugerði í Fuglafirði. Í Gøtu spæla Víkingur og B36, í Klaksvík bresta KÍ og NSÍ saman, og í Vági verður gamli klassikarin í føroyskum fótbólti, har TB tekur ímóti HB.

Í innslagnum niðanfyri meta Tróndur Vatnhamar og Jóannes Jakobsen um innleiðandi dystirnar, ið eru á skránni 2. Páskadag.

Innleiðandi dystirnir í kappingini um Løgmanssteypið eru hesir:
Undrið FF – B71 (kl. 17:15)
ÍF – EB/Streymur (kl. 15:00)
FC Suðuroy – Skála (kl. 14:00)
TB – HB (kl. 16:00)
Víkingur – B36 (kl. 15:00)
KÍ – NSÍ (kl. 15:00)
AB – Giza/Hoyvík (kl. 15:00)
B68 – 07 Vestur (kl. 15:00)