Béatrice von Sibenthal, fyrrverandi venjari hjá sveisiska kvinnulandsliðnum, verður instruktørur á impulsskeiði 27. oktober
Í samband við B2-venjaraskeiðið í døgunum 19. til 21. oktober og 26. til 28. oktober, skipar Fótbóltssamband Føroya fyri Impulsskeiði leygardagin 27. oktober.
Evnið er Teknisk venjing, har fyrrverandi sveisiski A-landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Béatrice von Sibenthal verður instruktørur.
Impulsskeiðið við von Sibenthal verður leygardagin 27. oktober, frá kl. 9 til 17.
Hesin partur av B2-venjaraskeiðnum er opin. Tað merkir, at allir áhugaðir venjarar er vælkomnir at luttaka á skeiðnum hendan dagin.
Tilmelding til Impulsskeiðið við Beatrice von Sibenthal, eigur at verða send til: [email protected], ella á fax. 31 90 79, í seinasta lagi hósdagin 27. september.
Impulsskeiðið við Beatrice von Sibenthal er ÓKEYPIS.