Leygardagin varð skipað fyri Impulsskeiði í FSF-húsinum, har fyrrverandi kvinnulandsliðsvenjarin hjá Belgia, Anne Noe undirvísti
Um vikuskiftið hevur Fótbóltssamband Føroya havt vitjan av varaforsetanum í svenska fótbóltssambandinum, Susanne Erlandsson, og fyrrverandi kvinnulandsliðsvenjaranum hjá Belgia, Anne Noe.

Í hesum sambandi varð leygardagin skipað fyri Impulsskeiði í FSF-húsinum, fyri luttakarunum, sum seinastu tvey vikuskiftini hava verið á B2-venjaraskeiði, og øðrum føroyskum venjarum, ið vóru bodnir til Impulsskeiðið.

Fyrrapartin var teknisk venjing á skránni, og seinnapartin undirvísti Anne Noe í málmansvenjing.

Innan fótbóltsyrkið er fyrrverandi belgiski kvinnulandsliðsvenjarin væl útbúgvin. Anne Noe hevur A-lisens sum venjari, er UEFA-instruktørur, og er professari við lærda háskúlan í Louvain.

Umframt at hava vant belgiska kvinnulandsliðið í 16 ár, hevur Anne Noe eisini spælt á hægsta støði í heimlandinum, og verið málverji á belgiska A-landsliðnum.

Til dagliga arbeiðir Anne Noe sum undirvísari/venjari á einum elitufótbóltsskúla í Belgia.

Myndir