Leygardagin 21. mars skipaði FSF fyri impulsskeiði í Leiðslu. Skeiðshaldarar vóru Calle Barrling og Mikael Fahlén úr Svøríki
Farna vikuskiftið skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri impulsskeiði í Leiðslu. Skeiðshaldarar vóru sviarnir, Calle Barrling og Makeal Fahlén.
Barrling og Fahlén hava, umframt útbúgvingarligar fyritreytir, eisini drúgvar royndir frá fótbóltinum til at umrøða evnið ”Leiðsla”. Báðir eru fyrrverandi ungdómslandsliðsvenjarar hjá Svøríki, og saman hava teir skrivað bókina " Lederskapsande – om mennesker, som spelar fotboll". Bókin varð útgivin í mai í 2014.
Impulsskeiðið tók støði í bókini, og har varð komið inn á tað, ið kann kallast ”Leiðslu DNA’ið” í breiðastu merking, men serliga í fótbólti. Um ”hvat, hví og hvussu” lið og einstaklingar kunnu brúka sinar førleikar skilabest.
Endamálið við skeiðnum var at umrøða og vísa á nøkur grundleggjandi viðurskifti, tá talan er um at vera leiðari ella venjari í fótbólti.
Dugnaligi leiðarin ella venjarin fær oftast øll í bólkinum ella á liðnum at hava kensluna av at verða sædd, góðtikin og virðismett. Samanumtikið, at øll trívast, og at trivnaður er ein av mest týðandi fyritreytunum fyri ítróttarligari viðgongd.
Myndir: Petur Simonsen