Vikuskiftið 25. og 26. januar skipar FSF fyri impulsskeiði við norðmanninum Geir Jordet. Evnið verður mental venjing – avriksmentalitetur í fótbólti

Impulsskeiðið við Geir Jordet er serliga ætlað venjarum við A-prógvi.

Á skeiðnum verður farið inn á mentala eyðkenni hjá bestu leikarunum og venjarunum. Víst verður á hvussu venjarin kann arbeiða við hesum saman við leikarunum.

Støðið verður tikið í tí, sum vit vita út frá granskingini, men eisini við støði í frásøgnum frá teimum bestu og frá egnum og øðrum royndum.

Geir Jordet, Norsk toppfotballsenter
Geir Jordet er fagansvarlig for fotballmentalitet ved Norsk Toppfotballsenter og professor i idrettspsykologi med spesialisering i fotball og coaching ved Norges idrettshøgskole. Han forsker på psykologi, læring, stress og fotball. Jordets forskning har blitt publisert i ledende vitenskapelige tidsskrift, og har blitt gjengitt i større medier slik som New York Times, Wall Street journal, the Guardian, og Spiegel. De siste 15 årene har han også hatt forskjellige ad-hoc jobber som rådgiver for profesjonelle fotballag, trenere og spillere i Norge, Sverige, Danmark, Tyskland, Frankrike, Belgia og Nederland.

Tilmelding
Tilmeldingin til impulsskeiðið 25. og 26. januar fer fram við at útfylla tilmeldingarseðilin og senda hann til [email protected], ella fax. 31 90 79.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 13. januar 2014.

Tilmeldingarseðil (Word)

Tilmeldingarseðil (pdf)