Tað er einki at taka seg aftur í, at tær íløgur, sum í løtuni verða gjørdar í Tórsvøll, løna seg innaftur fyri føroyskan fótbólt og Tórshavnar Kommunu
Tað er við stórari gleði, at vit hava sett spakan í til tess at gera eystursíðuna av Tórsvølli lidna. Tá hetta arbeiði er liðugt, kemur tað sanniliga at verða eitt satt prýði fyri okkara land.

Seinastu árini eru íløgur fyri tíggjutals milliónir gjørdar í Tórsvøll. Tá eystursíðan er liðug, hevur FSF samanlagt gjørt íløgur í Tórsvøll fyri umleið 60 milliónir krónur. Hettar er alt peningur, sum FSF hevur fingið í stuðuli úr útlandinum.

FSF og Tórshavnar Kommuna hava havt eitt framúr gott samstarv viðvíkjandi útbyggingini av Tórsvølli. Síðani hetta samstarv byrjaði eru lagdar góðar 100 mill kr. í Tórsvøll. Samstarvið við Tórshavnar Kommunu hevur gjørt tað møguligt hjá FSF at aktiverað 60 mill. Kr frá UEFA og FIFA.

Útbyggingin av Tórsvølli kom í tøkum tíma. Bleiv Tórsvøllur ikki dagførdur nú, høvdu vit neyvan sloppið at spælt A-landsdystir í Føroyum framyvir. Krøvini til at spæla landsdystir eru herd munandi seinastu árini, ikki minst siðan UEFA hevur keypt sjónvarpsrættindini. Vit fáa nógvan pening fyri okkara sjónvarpsrættini, millum 15 og 20 mill. kr. árliga. Útbyggingin av Tórsvølli hevur eisini gjørt hetta møguligt.

Tórsvøllur er dagliga karmur um sera nógv virksemið. Umframt alt landsliðsvirksemi, sum er á vøllinum alt árið, verður vøllurin eisini nógv brúktur til bæði vaksnamanna- og ungdómsvenjing hjá feløgunum í høvuðsstaðnum.

Tá vit tosa um landsliðsvirksemi, so er umráðandi at leggja okkum í geyma, at talan ikki bert er um A-landsliðið hjá monnum. Tí Fótbóltssamband Føroya hevur ikki færri enn átta landslið, sum eru virkin á ein ella annan hátt alt árið.

Í fjør leiktu vit umleið 25 landsdystir í Føroyum. Bara í fjør vitjaðu trý útlendsk a-landslið við monnum á Tórsvølli. Teirra millum var Týskland, sum hevði eini 200 fjølmiðlafólk við sær og fleiri hundrað áskoðarar. Trý U21-landslið vóru somuleiðis á vitjan, og eitt a-landslið við kvinnum vitjaði eisini.

Í ár eru aftur fleiri vitjanir á skránni, og til dømis skipar FSF í ár fyri tveimum minikappingum fyri ungdómslandslið. Ein var í vár, og í heyst verður skipað fyri EM-undankapping í Føroyum, tá ið trý U17-gentulandslið koma til Føroya at kappast við okkara gentur.

Komandi vikurnar fara føroysk feløg eisini at spæla Europa Cup dystir á Tórsvølli, og hesir verða í minsta lagi tríggir í tali. Spæla liðini seg víðari, verða dystirnir fleiri.
Fótbóltur gevur munagott íkast til samfelagsbúskapin.

Føroyskur landsliðsfótbótur kastar nógv av sær til okkara samfelagsbúskap. Landsliðsfótbóltur ger Føroyar kendar í útlondum. Landsliðsvitjanirnar hava stóran tydning fyri okkara ferðavinnu, ikki minst flogvinnan og gistingarhúsini njóta gott av hesum.

Føroyska luttøkan í altjóða fótbólti hevur við sær, at í minsta lagi eini 1.000 útlendingar á hvørjum ári vitja í Føroyum í sambandi við altjóða fótbólt. Hesi fólk skulu umframt ferðaseðilin millum Føroyar og útheimin eisini hava innivist, mat, flutning og mangt annað, og hetta eru alt veitingar, ið verða keyptar frá føroyskum veitarum.

Harumframt er luttøkan hjá føroyskum landsliðum og feløgum í altjóða fótbólti uttan iva eisini tað, sum í størstan mun marknaðarførir Føroyar uttan fyri landoddarnar, og sum fær ferðafólk at leita til Føroya.

Um hugt verður eftir ítøkiligu útbyggingini av Tórsvølli, so ber til at staðfesta, at tá ið dagføringin av eystaru síðu av vøllinum er liðug komandi summar, eru ikki færri enn 60 milliónir krónur komnar úr ávikavíst UEFA og FIFA í stuðli til tær útbyggingar, sum eru gjørdar. Pengar, sum annars ikki høvdu komið inn í føroyska samfelagsbúskapin.

Tí ber til at staðfesta, at tær íløgur, sum Tórshavnar Kommuna og Fótbóltssamband Føroya í løtuni gera í Tórsvølli við góðum stuðli frá ávikavíst UEFA og FIFA hava stóra ávirkan á føroyska samfelagsbúskapin, ferðavinnuna, menningina av føroyskum fótbólti og ikki minst á trivnaðin í høvuðsstaðnum. Íløgurnar í Tórsvøll vinna seg sostatt væl og virðiliga innaftur.

30.06.2014
Christian Andreasen
FSF-forseti