Tey tilnevndu eru Brá Zakariasardóttir, Tórunn Højgaard Joensen, Malena Olsen, Aron Benjaminsen, Árni Frederiksberg og Simon Jørgensen
——————
Eftir níggju umfør í grundspælinum í MeistaraDeildini hjá kvinnum og 12 umfør í MeistaraDeildini hjá monnum, er tíðin komin at finna bestu spælararnar í mai mánaða.
Hjá kvinnum eru Brá Zakariasardóttir úr HB, og KÍ-spælararnir Tórunn Højgaard Joensen og Malena Olsen tilnevndar.
Hjá monnum stendur valið millum Aron Benjaminsen úr Víkingi, Árna Frederiksberg úr KÍ og Simon Jørgensen, sum spælir við Skála.
Atkvøðugreiðslan fer fram í sona-appini, og møguleiki er at atkvøða til hóskvøldið á midnátt.




