Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini, og atkvøðast kann til leygarkvøldið á midnátt. Teir tilnevndu eru Árni Frederiksberg (KÍ), Heini Vatnsdal (B36) og Kristian Joensen (NSÍ)
——————
Hvør var bestur í MeistaraDeildini hjá monnum í apríl mánað?
Tríggir eru tilnevndir, og nú er tað upp til tykkum fótbóltsfjepparar at avgera, hvør skal fáa heiðurin sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í apríl 2026.
Teir tríggir, ið atkvøðast kann um, eru Árni Frederiksberg úr KÍ, Heini Vatnsdal úr B36, og málverjin hjá NSÍ, Kristian Joensen.
Atkvøðugreiðslan fer fram á sona appini, og atkvøðast kann til leygarkvøldið á midnátt.
Leinkja beinleiðis til atkvøðugreiðsluna: https://sonaapp.app.link/shm
Besti spælari í mars mánað var Sjúrður Henriksen úr AB.




