Hóast talan var um ein javnan dyst, so endurtók søgan seg, tá føroyska landsliðið spælir á útivølli. Úrslitið gjørdist 3-2 til Malta
Eftir ein heldur keðiligan fyrra hálvleik, reistust føroyingarnir seg eftir steðgin, men endin gjørdist kortini ein tepur 3-2 ósigur fyri Malta.

Fyrri hálvleikur var javnur, við málmøguleikum til báðar partar, men maltesar vóru effektivari, og áðrenn polski dómarin floytaði til hálvleik, var heimaliðið á odda 3-0.

Í steðginum tosaði Lars Olsen, landsliðsvenjari, við stórum stavum, og tað var eitt hamskift føroyskt lið, ið kom á vøllin í seinna hálvleiki.

Føroyingarnir spældu seg fram til fleiri góðar støður, sum ein góðan dag høvdu givið mál, men verjan og málverjin hjá maltesum stóðu væl.

Men tá tíggju minuttir restaði av dystinum bragdaði hjá føroyingunum, og sjey minuttir seinni kom veruligur spenningur í dystin. Fyrst minkaði Hallur Hansson til 3-1, og síðani skoraði Rógvi Baldvinsson til 3-2, tá tríggir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

Seinastu løtuna trýsti føroyska liðið fyri at fáa útjavnandi málið, meðan maltesar hinvegin gjørdu alt fyri at fáa tíðina at ganga.

Tað var eisini nær við, at dysturin endaði við javnleiki 3-3. Men málverjin hjá Malta bjargaði væl, tá Karl Løkin í allarseinastu sekundunum skallaði móti málinum, eftir horna úr vinstru síðu.

– Eg eri nøgdur við dystin, men als ikki nøgdur við úrslitið. Fyri at vera heilt erligur, so haldi eg at føroyska liðið var betri, og hevði uppiborið í øllum føri javnleik. Men nakrir smáir feilir frá okkara síðu gera, at Malta fær loyvi at skora tríggjar ferðir áðrenn steðgin, og tað er ikki gott nokk, segði Lars Olsen, landsliðsvenjari, við maltesisku miðlarnar eftir dystin.

Dysturin í tølum