Ein teknisk perla, ein tiltrongdur sigur og ein javnleikur í Gundadali. Soleiðis gekk tað í triðja umfari í Betri Deildini hjá kvinnum


KÍ-NSÍ 1-0
Føroyameistararnir hava byrjað hetta kappingarárið, sum tær endaðu tað í fjør. Í góðveðrinum á norðoyastevnu var túrurin komin til NSÍ, og hóast sigurin ikki var størri enn 1-0, so hevði KÍ tamarhald á støðuni so at siga allan dystin.

Tað tók teimum tó eina løtu at koma til teir heilt stóru málmøguleikarnar, og fyrsta veruliga stórhendingin í dystinum var einasta málið, sum kom beint fyri hálvleik. KÍ fekk horna í vinstru síðu, og Evy á Lakjuni gjørdi ikki mætari enn at skrúva hornasparkið beinleiðis í málið. Ein teknisk perla, sum samstundis tryggjaði KÍ triðja sigurin í ár.

NSÍ var tó væl við gjøgnum allan dystin, og Heidi Sevdal var eisini heilt nær við at javna, tá hon tíðliga í seinna hálvleiki sendi eitt langskot á yvirleggjaran. Men nærri enn tað komu tær gulu ikki, ístaðin spældi heimaliðið seg til nakrar góðar møguleikar í endanum av dystinum, sum tó endaði við bert tí eina málinum.

 

ÍVB-EBS/Skála 2-1
Eftir eina soltna og skaðarakta byrjan uppá kappingarárið eydnaðist tað ÍVB at vinna ein tiltrongdan sigur á heimavølli móti EBS/Skála. Hóast gestirnir frá byrjan løgdu eitt hampuligt trýst á heimaliðið, so vendist gongdin, tá ÍVB eftir sjey minuttir fekk brotsspark, sum Jacoba Langgaard umsetti til mál. Løtu seinni økti Mona Rasmusdóttir til 2-0, og so var torført hjá unga útiliðnum at koma afturíaftur.

Ársins fyrsti sigur hjá ÍVB kom tó í vanda, tá Lea Lisberg eftir fríspark minkaði um munin í 60. minutti. Fjáltur var at hóma á heimaliðnum seinastu løtuna, men hóast EBS/Skála stríddist til tað síðsta og eisini hevði møguleikar fyri at javna, so rann tíðin undan teimum, og dysturin endaði 2-1.

Við sigrinum fær ÍVB síni fyrstu stig í ár, og tey eru kærkomin hjá felagsliðnum, sum undan kappingarbyrjan varð mett at vera millum FM-favorittarnar í ár.

 

HB-B36 1-1
Slagið um Havnina endaði við einum máli og einum stigi í part, og samanumtikið áttu liðini hvør sín hálvleik í dystinum. B36 legði betri fyri og legði seg eisini á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Helena Johannesen setti bóltin í netið eftir upplegg frá liðskiparanum Olgu Kristinu Hansen.

Í seinna hálvleiki kom Milja Simonsen á vøllin fyri HB,  og royndi áleyparin gjørdi mun beinavegin. Seinni hálvleikur var ikki meira enn fimm minuttir gamal, tá Milja varð feld í brotsteignum hjá B36, og hetta gav HB liðskiparanum Elin Mariu Isaksen høvið til at umseta brotspark til mál og harvið javna fyri tær reyð/svørtu.

Við javnleikinum kemur B36 upp á fimm stig og harvið annað plássið í deildini, meðan HB hevur tvey stig á fimta plássinum.

Stigatalvan og leikskráin í Betri Deildini hjá kvinnum sæst her.