Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevði ikki nakra lætta uppgávu, tá hann skuldu úttaka hópin til innleiðandi HM-undankappingina, sum verður í Føroyum 6. til 11. apríl

Føroyska A-landsliðið við kvinnum fyrireikar seg í hesum døgum til innleiðandi HM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 6. til 11. apríl. Venjingarnar byrjaðu av álvara í januar mánað, og tá vóru umleið 27 til 30 spælarar við til hvørja venjing.

 

Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hevur nú úttikið endaliga hópin, og hann sigur, at tað var hørð kapping um plássini, tá navn skuldi setast á tær seinastu 20, sum skulu við til kappingina.

 

– Tað var heilt avgjørt hørð kapping um plássini. Seinasta venjingin, áðrenn endaligi hópurin bleiv kunngjørdur, var 26. februar, og tá luttóku 27 spælarar. Nakrar skuldu veljast frá, og tað var ikki nøkur løtt avgerð.

– Men eg eri sera væl nøgdur við hópin, og sálvt um mótstøðan verður sterk, so trúgvi eg veruliga uppá, at tað ber til at røkka sjálvari HM-undankappingini, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Hópurin sær soleðis út

Monika Biskopstø, AaB Ålborg (DEN)
Birita Nielsen, B68
Birna Tummasardóttir, EBS/Skála
Lív Arge, HB
Súsanna M. Hansen, B36
Ansy Sevdal, EBS/Skála
Milja R. Simonsen, HB
Eyðvør Klakstein, Mislata C.F. (ESP)
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DEN)
Ásla Johannesen, B36
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Sigrun K. Kristiansen, EBS/Skála
Jónvá Hentze, HB
Heidi Sevdal, EBS/Skála
Maria K. Thomsen, KÍ
Elisabeth Vang, B36
Katrina Akursmørk, KÍ
Sarita Maria Mittfoss, B36
Bjørg Djurhuus, ÍF/Víkingur

 

SKRÁIN

 

6. apríl

Klokkan 18:15 Føroyar – Luksemborg á Tórsvølli

 

8. apríl

Klokkan 15:00 Føroyar – Montenegro á Tórsvølli

 

11. apríl

Klokkan 13:00 Føroyar – Turkaland á Tórsvølli