Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, hevur úttikin hópin, sum í døgunum 11. til 17. august skal til ”Talentstævne” í Horsens í Danmark

——————

– Beint nú vita vit ikki so nógv um, hvørji liðini verða, sum vit skulu spæla ímóti, men greitt er, at talan verður um rímuliga sterka mótstøðu. So hetta verður spennandi og avbjóðandi, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.

Í døgunum 11. til 17. august skal føroyska U15-landsliðið við gentum til Horsens í Danmarkar, har tær skulu taka lut í ”Talentstævne”. Umframt føroyska landsliðið, verða tað eisini lið úr Danmark og øðrum Norðurlondum, ið koma at luttaka.

Christian Høgni Jacobsen er venjari hjá U15-gentunum, og hann hevur nú sett navn á tær 18, ið skulu umboða Føroyar.

– Vit hava fyrireikað okkum væl, og eg haldi at allur hópurin gleðir seg til hesar dystirnar. Tað verður eisini spennandi at síggja, hvussu støðið hjá okkum er, sammett við útlendsk lið, sigur Christian Høgni Jacobsen.

Hópurin
Fríða M. Jakobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Lea T. Johannesen, HB
Borghild D. Dánialsdóttir, HB
Anna S. Carlsen, HB
Ró Reginsdóttir, HB
Katarina Mikkelsen, Skála
Ingrið Berg, Skála
Sólja Ernstdóttir, Skála
Jakobina Bergsdóttir, Skála
Jonnhild Sondum, B68
Brá Zakariasardóttir, FC Hoyvík
Vár Johannesen, KÍ
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Theresa Jacobsen, EB/Streymur
Agatha K. Djurhuus, FC Suðuroy
Nicola Toftegaard, ÍF

Ferðalagið fer úr Føroyum týsdagin 11. august, og verður heima aftur mánadagin 17. august. Áðrenn fráferð eru tríggjar venjingar á skránni, sum verða á Svangaskarði á Toftum 19. juli, 6. august og 9. august.