Eyðun Klakstein hevur úttikið 20 spælarar, ið skulu umboða Føroyar til NM kappingina í Noregi, sum verður frá 4. til 10. august
——————
– Nógvir evnaríkir spælarar bjóða seg fram, so tað er hørð kapping um plássini – ikki bara til NM, men eisini til EM undankappingina, sum verður í heyst. Hópurin til NM er nú úttikin, og næstu vikurnar verður fult fokus á fyrireikingarnar, sigur venjarin, Eyðun Klakstein, við heimasíðuna hjá FSF.
Týsdagin 2. august setir føroyska U17-landsliðið við dreingjum kós ímóti Lillestrøm í Noregi. Á skránni er árliga NM kappingin, sum verður í døgunum 4. til 10. august. Føroyar skulu spæla móti Svøríki, Norðurírlandi og Onglandi.
– NM er ein góð avbjóðing fyri okkara spælarar. Mótstøðan er sterk, og tað ger, at teir veruliga fáa seg royndar. Og júst sovorðnar uppgávur, sum landsdystir, gera sera góðan mun í menningini, sigur Eyðun Klakstein.
Sjálvur verður Eyðun Klakstein ikki við til kappingina í Noregi. Í staðin verður tað hjálparvenjarin, Fróði Benjaminsen, ið kemur at standa á odda fyri liðnum, og afturat honum verður Rógvi Nónsgjógv Poulsen.
Hópurin
 Sámal á Steig, 07 Vestur
 Jónas Bjarnason Prior, 07 Vestur
 Pætur Akselsen, 07 Vestur
 Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur
 Mattias J. Hellisdal, B36
 Finnur Johannesen, B36
 Bartal Páll Klein, B36
 Virgar Jónsson, EB/Streymur
 Thomas Bjørn Miezan, FC København (Danmark)
 Pætur Róason, HB
 Andrass Henriksen, HB
 Jónas Debes Samuelsen, HB
 Aron Arnholdsson, KÍ
 Josva Signarsson, Skála
 Markus Tummasarson Isaksen, Skála
 Aron Benjaminsen, Skála
 Torkil Úlvur Jespersen Holm, TB
 Ingi Arngrímsson, Víkingur
 Bjørn Bjarkhamar, Víkingur
 Árni Nóa Atlason, Víkingur
Skráin
 4. august Svøríki – Føroyar (kl. 14:00 / Drøbak)
 6. august Føroyar – Norðurírland (kl. 13:00 / Sarpsborg)
 8. august Føroyar – Ongland (kl. 14:00 / Råde)



