Áki Johansen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 14. til 19. oktober skal til EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg

——————

Nakrir spennandi og væntandi mennandi dagar standa fyri framman hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum í døgunum 14. til 19. oktober skal taka lut í EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg í Danmark.

Kappingin verður skipað sum ein menningarkapping, og eru tað fyri tað mesta lið úr Danmark, Svøríki og Týsklandi, ið luttaka.

Síðan hálvan august hevur føroyska U15-landsliðið vant miðvíst til kappingina í Esbjerg, og nú er greitt, hvørjir teir 18 spælararnir eru, ið Áki Johansen, venjari, hevur úttikið.

Hópurin
Torkil Árni G. Poulsen, B36
Sebastian Gullfoss, B36
Bogi J. Christiansen, B36
Dánjal Mørkøre, HB
Jákup Egholm, HB
Bogi á Reynatrøð, Víkingur
Jacob Bacalso, Víkingur
Jákup Henriksen, 07 Vestur
Jónas Nordendal, 07 Vestur
Jógvan á Lakjuni, ÍF
Torkil S. Debes Dahl, EB/Streymur
Mattias Dahl Djurhuus, TB/FCS/Royn
Torkil Skála, AB/B71
Elias á Lofti Gren, AB/B71
Aron Benjaminsen, Skála
Pauli Rasmussen, Skála
Josva Y. Signarsson, Skála
Sjúrður Saltá, B68

Áðrenn fráferð eru tríggjar venjingar á skránni, sum vera 3., 9. og 10. oktober.

Skráin fyri EfB Spar Nord Elite Cup 2021 er ikki endaliga klár enn, men føroyska liðið kemur væntandi at spæla í alt fimm dystir, ið verða á venjingarvøllunum, ið liggja kring leikvøllin hjá Esbjerg fB.