Sigtór Petersen hevur sett navn tær 18 genturnar, ið skulu umboða Føroyar til Baltic Cup 2023 í Litava frá 21. til 28. august
——————
Nú er greitt, hvussu hópurin hjá føroyska U15-landsliðnum við gentum verður mannaður til Baltic Cup 2023.
Saman við hjálparvenjaranum, Allani Smedemark, hevur Sigtór Petersen, ið hevur evstu ábyrgd av liðnum, úttikið 18 gentur, ið skulu umboða Føroyar til kappingina, sum í ár verður í Litava frá 21. til 28. august.
Londini, ið luttaka, eru umframt Føroyar, eisini tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava. Leikdagarnir verða 23., 25. og 27. august.
Hópurin
Ása Lea Ellefsen Næss, B36
Maria Hellisdal, B36
Sirið Láberg Petersen, B36
Sigrið Hansdóttir, B36
Lilja Højsted, B71
Klára Døgg Edvardsdóttir, EB/Streymur
Hanna Ellefsen, GVI (Danmark)
Laura Thorsteinsson, FC Suðuroy
Elin Elmelund Hansen, HB
Kaja Poulsdóttir Toftegaard, ÍF
Kára Sigurðsson, KÍ
Sunnvá Skipanes, NSÍ
Naomi Hansen, NSÍ
Emma Charlotta Knudsen, NSÍ
Rakul Maria Rasmussen, Skála
Sara Benjaminsen, Skála
Anna Katrina Gregersen Poulsen, Skála
Bianca Rose Andreasen, Víkingur