Sigtór Petersen, venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum seinni í hesum mánaðinum skal til Baltic Cup í Estlandi

——————

Í døgunum 24. til 30. august tekur føroyska U15-landsliðið við gentum lut í Baltic Cup 2021, sum verður í Tallinn í Estlandi.

Umframt Føroyar og vertslandið, vera Lettland og Litava eisini við í kappingini.

Sigtór Petersen er venjari hjá U15-gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Allani Smedemark, hevur hann úttikið 18 spælarar til kappingina í Estlandi.

Hópurin
Miriam K. Johannesen, FC Hoyvík
Karin Justinussen, FC Hoyvík
Brá Zachariassen, FC Hoyvík
Marta Sofía Østerø, HB
Katrin Hansen, HB
Marjun Kristina Jansdóttir, HB
Bára Tórálsdóttir Poulsen, HB
Mira Bendix Laursen, HB
Ró Reginsdóttir, HB
Lea Mariusardóttir, EB/Streymur
Sólja Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Ingrið Berg Rasmussen, Skála
Jakobina Bergsdóttir, Skála
Rósa Reginsdóttir, FC Suðuroy
Hildigunn Steinhólm, Víkingur
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur

Skráin (Baltic Cup 2021)
26. aug.: Lettland – Føroyar
27. aug.: Litava – Føroya
29. aug.: Føroyar – Estland