Sigtór A. Petersen, landsliðsvenjari hevur úttikið 18 spælarar til tveir venjingardystir móti Slovenia í november
U15 landsliðið við gentum skal til Slovenia at spæla tveir venjingardystir í november, og Sigtór A. Petersen hevur nú kunngjørt hópin til dystirnar. Áðrenn fráferð til Slovenia hevur landsliðið fleiri einstakar venjingar og eina venjingarlegu í Føroyum. Talan er sostatt um eitt landslið í góðari venjing, og genturnar hava eisini góðar royndir við í skjáttuni, eftir at tær í august mánaða vunnu Baltic Cup í Estlandi.
Tær, sum eru úttiknar til venjingardystirnar í Slovenia eru:
Miriam K. Johannesen, FC Hoyvík
Karin Justinussen, FC Hoyvík
Brá Zakariasardóttir, FC Hoyvík
Maria Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Marta Sofía Østerø, HB
Ró Reginsdóttir, HB
Marjun Kristina Jansdóttir, HB
Katrin Hansen, HB
Mira Bendix Laursen, HB
Lea Mariusardóttir, EB/Streymur
Helga Mikkelsen, NSÍ
Ingrið Berg Rasmussen, Skála
Jakobina Bergsdóttir, Skála
Rósa Reginsdóttir, FC Suðuroy
Mirjan Skoralíð, Víkingur
Hildigunn Steinhólm, Víkingur
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Dystirnir móti Slovenia verða spældir 9. og 11. november.