EM 2025 // Við sigri á Føroyum, samstundis sum Eysturríki og Noreg spældu málleysan javnleik í Klaksvík, hava Holland og Noreg spælt seg víðari til hálvfinalurnar í EM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum


Seinnapartin leygardagin var síðsta umfar í bólki A á skránni. Undan dystunum hevði Holland tryggjað sær tað eina av hálvfinaluplássunum, meðan Noreg og Eysturríki skuldu stríðast um hitt.

Á Tórsvølli vann Holland 9-0 á Føroyum. Oranje endaði tí ovast í bólkinum við fullum stigatali.

Í Klaksvík var tískil stórur spenningur, har Eysturríki og Noreg brustu saman. Áðrenn dystin høvdu bæði liðini 3 stig, men í málmuni vóru norsku genturnar eitt mál betri.

Fyri Eysturríki var ein sigur tískil eitt krav, um tær skuldu spæla seg víðari í kappingini, meðan Noreg kundi liva við javnleiki. Og javnleikur 0-0 var júst tað, ið stóð á ljóstalvuni á Djúpumýru, tá slovenski dómarin floytaði av.

Í morgin, sunnudagin 11. mai er síðsta umfar í bólki B á skránni, og eisini har er stórur spenningur um hálvfinaluplássini. Áðrenn dystirnar hava Spania og Italia 4 stig, Frankaríki hevur 2 stig, meðan Pólland er aftast við ongum stigi.

Báðir dystirnir í morgin byrja klokkan 15. Á Tórsvølli møtast Italia og Spania, og á Djúpumýru í Klaksvík spæla Frankaríki og Pólland.

Stigatalvur og leikskrá (UEFA.com)

Myndir: Heri Joensen

Myndir: Hans Erik Danielsen