Hørður Askham er spentur og hevur góðar vónir til komandi undankapping hjá U21-landsliðnum. Fyrireikingarnar til kappingina byrja av álvara í næstu viku, tá 32 leikarar eru boðsendir á venjingarlegu
– Vónirnar til komandi kapping eru góðar, sjálvt um vit eru í einum truplum bólki. Hetta verður ein stór avbjóðing fyri okkum. Øll hini londini í bólkinum eru sera sterk, og serliga verður tað avbjóðandi ímóti Týsklandi, Russlandi og Eysturríki. Men um viljin er til staðar, so ber alt til. Soleiðis sigur Hørður Askham um komandi EM-undankapping hjá U21-landsliðnum.

Tíðliga í februar mánaða var lutakast um, hvussu spælast skal í undankapping til EM 2017 fyri U21-landslið. Úrslitið gjørdist, at Føroyar komu í bólk 7, saman við Týsklandi, Russlandi, Finnlandi, Aserbaijan og Eysturríki.

– Málið er sjálvandi at fáa so nógv stig sum tilber. Men vit skulu eisini royna at spæla fótbólt. Vit hava fyrr sæð, at U21-landsliðið hevur spælt góðan fótbólt, og tað hevur givið nógv góð úrslit, sigur Hørður Askham.

Trý av londunum í hesari undankappingini, eru ikki heilt ókend fyri føroyska U21-landsliðið. Í oktober í 2007 vunnu Føroyar 1-0 á heimavølli ímóti Aserbaijan, meðan dysturin á útivølli endaði við javnleiki 2-2. Og á sumri í 2009 vann føroyska U21-liðið 1-0 ímóti Russlandi. Har afturat hevur føroyska liðið eisini staðið seg væl ímóti Týsklandi, og serliga í dystinum á útivølli ímóti týskarum lúrdi stóra sensatiónin. Men í seinastu minuttunum megnaðu týskarar at venda einum hóttandi tapi til 3-2 sigur.

– Í seinastu undankapping vóru vit eisini í bólki saman við Týsklandi. Fleiri av leikarunum, ið kunnu væntast at verða á týska liðnum til hesa undankappingina, síggja vit javnan í sjónvarpinum, so teir kenna vit eitt sindur til. Har afturat kenna vit eitt sindur til Russland og Aserbaijan, sum føroyska liðið fyrr hevur vunnið á. Okkara undangongumenn á U21-landsliðnum hava fingið nógv góð úrslit, so hví skulu vit ikki eisini klára at gera nøkur brøgd í hesari kappingini, sigur Hørður Askham at enda.

Í komandi viku fara U21-landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze so smátt undir fyrireikingarnar til komandi kapping. 32 leikarar eru boðsendir á venjingarlegu, sum verður í Havn frá 26. til 28. mars.

Teir 32, ið hava fingið boð til venjingarleguna, eru hesir:
Magnus Egilsson, AB
Hørður Askham, B36
Andrias H. Eriksen, B36
Gestur Bogason Dam, B36
Benjamin Heinesen, B36
Jóhannes Hansen, EB/Streymur
Andras Ó. Olsen, EB/Streymur
Jákup Højgaard, EB/Streymur
Rasmus Dan Sørensen, EB/Streymur
Heri E. Kjærbo, FC Suðuroy
Búi Egilsson, FC Suðuroy
Poul Ingason, HB
Poul N. Mikkelsen, ÍF
Leivur Joensen, ÍF
Hallgrím G. Hansen, ÍF
John D. Gudjohnsson, ÍF
Petur Andreassen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Tórur Justesen, KÍ
Fríði Sigurðsson, KÍ
John J. Frederiksen, Nexø BK (DEN)
Hákun Edmundsson, NSÍ
Haraldur R. Højgaard, NSÍ
Meinhard E. Olsen, NSÍ
Betuel Hansen, Silkeborg IF (DEN)
Teitur J. Olsen, TB
Eirikur M. Ellendersen, TB
Patrik Johannesen, TB
Heini M. Mortensen, TB
Jonas Gejel Hansen, Varde IF (DEN)
Philip Djordjevic, Víkingur
Elias Rasmussen, Víkingur

Fyrsti dystur hjá føroyska U21-landsliðnum í undankappingini til EM 2017 verður á heimavølli 15. juni, tá Aserbaijan vitjar í Føroyum. Fýra undankappingardystir eru á skránni í ár, meðan seks dystir skulu spælast í næsta ár.