Ein av teimum mongu, sum tekur lut í Heilsufótbóltinum hjá FC Hoyvík, er Ragnar Mouritsen. Og hann hevur bara alt gott at bera átakinum

——————

Fýra kvøld um vikuna skipar FC Hoyvík fyri Heilsufótbólti á Hoyvíksvøllinum. Mánakvøld og mikukvøld er tað serliga ætlað monnum, og týskvøld og hóskvøld eiga kvinnurnar vøllin.

Ein av luttakarunum er Ragnar Mouritsen, og hann letur sera væl at átakinum: “Umframt at renna og sparka eitt sindur, so hevur tað sosiala eisini nógv at siga”.

FSF Varpið hitti Ragnar eitt kvøldið í juni mánað, og sum tað sæst á myndunum, so hevur Heilsufótbólturin í Hoyvík góða undirtøku. Men tað er pláss fyri fleiri, og øll eru vælkomin.

Afturat FC Hoyvík, eru fyribils seks onnur feløg – AB, B71, EB/Streymur, FC Suðuroy, ÍF og TB, ið skipa fyri regluligum Heilsufótbólti hvørja viku. Og í Vestmanna skipar kommunan fyri Heilsufótbólti í skúlagarðinum týskvøld og hóskvøld klokkan 19:00.

Nærri kunning um stað, tíðir og samskiparar sæst H E R