Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til venjingardystirnar móti Íslandi, sum verða á Svangaskarði og á Tórsvølli ávikavist 16. og 18. august

——————

Seinni í hesum mánaðinum skal U15-landsliðið við dreingjum spæla tveir venjingardystir móti Íslandi.

Tann fyrri verður á Svangaskarði á Toftum týsdagin 16. august klokkan 15:00, meðan Tórsvøllur verður karmur um seinna venjingardystin móti íslendingum, sum verður hósdagin 18. august klokkan 17:30.

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U15-dreingjunum, og sum fyrireiking til uppgávurnar móti Íslandi, verður farið á venjingarlegu í suðuroynni frá sunnudegnum til týsdagin.

Hópurin
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Rasmus Emil Poulsen, B36
Djóni Sivertsen, B36
Jónas Samuelsen, B68
Dánial T. Mørkøre, HB
Dávid Reynheim, HB
Teitur Bogason, HB
Silas B. Joensen, HB
Rani Johannessen, HB
Mortan Eyðunsson, HB
Páll Múller, KÍ
Hóri Løkságarð Klakstein, KÍ
Rói Niclasen, KÍ
Tróndur Sjúrðarson, NSÍ
Pauli Richardson, NSÍ
Jeffrey Dulavík Berg, Skála
Mathias Trygve Møberg, Viborg FF (Danmark)
Jens Eiler Samsson, Víkingur

Fyrr í ár tók U15-landsliðið lut í EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg í Danmark. Spælt var ímóti donskum, norskum og svenskum liðum, og nú verður tað so ímóti íslendingum. Í november skulu U15-dreingirnir aftur í eldin, tá UEFA menningarkapping verður í Albania.

Myndir frá fyrr í vikuni, tá U15-hópurin var saman til venjingar á Svangaskarði – Fotografur: Hans Erik Danielsen