Håkan Ericson hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Póllandi á PGE Narodowy stadion í Warszawa

——————

Væntandi verður nærum fullsett á risastóra leikvøllinum, PGE Narodowy stadion í Warszawa, tá Pólland og Føroyar fara á vøllin klokkan 19:45.

Pláss er fyri umleið 57.000 áskoðarum, og sambært fyriskiparunum, hevur atgongumerkjasølan gingið sera væl síðstu dagarnar.

Føroyska liðið kom til pólska høvuðsstaðin í gjár, og nú ein stórur tími er til avspark, er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sendir á vøllin fyri byrjan.

Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Gilli Sørensen, Hørður Askham, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Á miðvøllinum vera Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð, meðan Jóan Símun Edmundsson verður fremstur.

Á bonkinum frá byrjan vera Bárður á Reynatrøð, Teitur Gestsson, Ári Mohr Jónsson, Andrias Edmundsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Andrass Johansen, Hannes Agnarsson, Pætur Petersen, Stefan Radosavljevic, Klæmint Andrasson Olsen og Brandur Hendriksson Olsen.

Undan dystinum eru póllendingar á 4. plássi í bólkinum við trimum stigum, meðan Føroyar hava 1 stig.