Håkan Ericson og Eli Hentze hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í HM-undankappingardystinum móti Ísrael

——————

Í kvøld spæla Føroyar og Ísrael HM-undankappingardyst fyri A-landslið við monnum. Dysturin verður á Tórsvølli, og byrjar klokkan 19:45.

Føroyski hópurin hevur verið saman síðan mánadagin. Tvær venjingar hava verið á skránni, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið høvuðsvenjarin, Håkan Ericson, og hjálparvenjarin, Eli Hentze senda á vøllin frá byrjan.

Gunnar Nielsen, ið eisini er liðskipari, verður í mál, og í verjuni verða Rene Shaki Joensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad og Gilli Sørensen. Miðvøllin manna Jákup Andreasen, Brandur Olsen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar og Meinhard Olsen. Fremsti maður verður Klæmint Olsen.

Teir, ið sita klárir at koma inn, eru Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhauge, Heini Vatnsdal, Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen, Hørður Askham, Kaj Leo í Bartalsstovu, Petur Knudsen, Tróndur Jensen, Hallur Hansson, Jóan Símun Edmundsson og John Frederiksen.