Håkan Ericson og Eli Hentze hevur sett liðið, ið byrjar á vøllinum ímóti Norðurmakedónia á Tórsvølli klokkan 14:00
Klokkan tvey seinnapartin fer føroyska manslandsliðið undir sína fjórðu UEFA Nations League kapping. Fyrsti dysturin í hesum umfarinum er ímóti Norðurmakedónia, sum Føroyar hava møtt eina ferð áður. Tað var í venjingardysti í mars mánað fyri tveimum árum síðani. Úrslitið tá gjørdist ein tepur 1-0 sigur til heimaliðið á Todor Proeski stadion í Skopje.
Føroyski hópurin til Nations League dystirnar hesaferð hevði sína fyrstu venjing týsdagin, og burtur sæð frá Teiti Gestsson, sum hevur givið avboð orsaka av skaða, eru allir mans væl fyri, og til reiðar at fara á vøllin tíðliga seinnapartin.
Og nú smáar tveir tímar fyri avspark, hava Håkan Ericson, høvuðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari, lagt seinastu brikkarnar, og sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum.
Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Samuel Chukwudi og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Gunnar Vatnhamar, René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Hanus Sørensen og Meinhard Olsen, og fremstur verður maðurin, ið dagliga spælir fyri FC Shkupi í Norðurmakedónia, Jóan Símun Edmundsson.
Á beinkinum sita Silas Eyðsteinsson, Kristian Joensen, Jann Julin Benjaminsen, Daniel Johansen, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Arnbjørn Svensson, Patrik Johannesen, Adrian Justinussen, Mads Boe Mikkelsen, Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen.
Atgongumerki til dystin fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin fyri børn er einans 50 krónur, og úr 100 krónum fyri vaksin.