Nú er greitt, hvørjir tveir fyrstu ellivu verða, ið Håkan Ericson sendir á vøllin frá byrjan í venjingardystinum móti Liktinstein

——————

Í dag klokkan 17:00 spælir føroyska manslandsliðið ársins fyrsta altjóða skrásetta landsdyst. Talan er um venjingardyst móti Liktinstein, sum verður spældur á Marbella Football Center í Spania.

Føroyski hópurin kom til Marbella seint seinnapartin mánadagin, og síðani hava fýra venjingar verið á skránni á La Quinta venjingarvøllinum, ið liggur skamt frá sjálvum leikvøllinum, her landsdysturin verður spældur.

Allir mans eru væl fyri og tøkir til dystin móti Liktinstein, og teir fyrstu ellivu, ið venjarin, Håkan Ericson hevur valt at byrja, eru eisini klárir at trína á vøllin.

Teitur Matras Gestsson verður í mál, og verjuna manna Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Brandur Olsen, Adrian Justinussen, Rene Shaki Joensen og Gunnar Vatnhamar, meðan fremstu menninir verða Pætur Petersen og Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum eru Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Daniel Johansen, Magnus Egilsson, Hørður Askham, Andrass Johansen, Mads Boe Mikkelsen, Arnbjørn Svensson, Hannes Agnarsson, Sølvi Vatnhamar, Klæmint Olsen og Petur Knudsen.

Føroyska manslandsliðið hevur sjey ferðir áður møtt Liktinstein, og higartil eru allir dystirnir endaðir við sigri til Føroyar.