Sigtór A. Petersen, landsliðsvenjari hevur úttikið 18 spælarar til UEFA menningarkapping


U15 landsliðið við gentum fer at luttaka í UEFA menningarkapping í døgunum 30.9 – 5.10. Umframt vertstjóðini Bulgaria, skulu Føroyar eisini spæla móti Montenegro og Norðurírlandi. Landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir 18 spælarum úr níggju ymiskum feløgum. 

Hópurin, sum Sigtór Petersen hevur úttikið er hesin:

Sára Kristiansen, BSF
Anna á Borg, FC Hoyvík
Olivia Rajani, FC Hoyvík
Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Sesilia Yang Trier Siimonsen, HB
Eliabeth Norðoy Vilhelmsen, KÍ
Margretha Elisdóttir í Buð, KÍ
Kára Sigurðsson, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Eyðna Gaard, KÍ
Hanna Ellefsen, MB
Naomi Hansen, NSÍ
Valbjørg Davidsen, NSÍ
Sara Benjaminsen, Skála
Reima Isaksen, Víkingur
Fríða Lamhauge, Víkingur

U15 genturnar byrja menningarkappingina móti Bulgaria 30. september, og spæla síðan móti Montenegro 2. oktober, áðrenn tær enda við dysti móti Norðurírlandi 5. oktober.