Landsliðsvenjarin hjá monnum, Lars Olsen, hevur saman við hjálparvenjaranum, Jóannesi Jakobsen nú avgjørt, hvørjir byrja á vøllinum móti Spania

Í kvøld klokkan 19:45 hevur føroyska A-landsliðið við monnum eina risastóra uppgávu á skránni, tá Spania kemur á vitjan á Tórsvølli.

 

Spania hevur vunnu EM tríggjar ferðir, og HM einaferð. Í undankappingini higartil hevur eisini hilnast væl hjá spaniólum. Teir løgdu fyri við at vinna 2-1 á heimavølli móti Norra, og síðani vunnu teir 2-0 á útivølli móti Malta.

 

Men føroyska landsliðið hevur mangan staðið seg væl ímóti stórum fótbóltstjóðum, og til dystin í kvøld verður uttan iva einki undantak. Fyrireikingarnar hava gingið væl, og allir mans eru tøkir. Seinasti fundurin hevur verið, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen senda á vøllin frá byrjan.

 

Teitur Matras Gestsson verður í mál, og í verjuni verða Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Atli Gregersen og Gilli Rólantsson Sørensen. Á miðvøllinum verða Árni Frederiksberg, Heini Vatnsdal, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson og Sølvi Vatnhamar. Og í álopinum frá byrjan verður Klæmint Andrasson Olsen.

 

Bonkur: Karstin Hansen, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Andrias Høgnason Eriksen, Rógvi Baldvinsson, Rene Shaki Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Meinhard Egilsson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð.